SMS: EB er nú á fjórðingsfinaluplássinum

EB vann stórsigur á VB

Savnsmynd: HSF

Ein dystur var leiktur í SMS-deildini tíðliga seinnapartin í dag.

 

Í høllini á Eiði vann EB stórsigur 32-19 á VB. Í steðginum vóru eiðiskvinnur frammanfyri við sjey málum, 16-9.

 

Sigurin merkir, at EB nú er á gylta sætta plássinum, ið gevur rætt til at spæla FM-fjórðingsfinalu.

 

Silja G. Eystberg (myndin) var toppskjútti hjá EB við níggju málum. Við seks málum var Carmen Luiza Silva toppskjútti hjá VB.

 

Klokkan 18 byrjar dysturin í høllini í Vestmanna millum VÍF og StíF. Somu klokkutíð byrjar dysturin millum Stjørnuna og Neistan í KÍ-høllini í Klaksvík.

 

HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá dystinum millum EB og VB og støðuna:

 

##med2##

 

##med3##

 

Savnsmynd: HSF