SMS-deildin: Neistin fekk javnleik móti VÍF

Favorittarnir úr VÍF fingu bert javnleik í Havn

Neistin - VÍF 22-22 (7-11)

 

VÍF var favorittur í dystinum móti Neistanum í dag, og tað sást eisini í fyrra hálvleiki, ið VÍF vann 7-11.

Í seinna hálvleiki javnaðist dysturin, og tað sást at VÍF liðið saknaði Liljuna Djurhuus, ið ikki var við í dag.

Talan gjørdist um sera spennandi seinastu løtu, har Neistin í evstu løtu fekk javnað til endaliga úrslitið 22-22.

 

Málskjúttar hjá Neistanum

Sofie Søberg 8, Fríða á Dunga 4, Marjun Danberg 4, Hjørdis Viðstein 2, Drós Ragnarsdóttir 2, Stina Madsen 2

 

Málskjúttar hjá VÍF

Agnas Olsen 8, Durita C. Jojic 3, Daniella Joensen 3, Kathe Frederiksen 3, Heidi Maria Akselsen 3, Ingibjørg Olsen 1, Jórunn Gudmundsen 1