SMS byggir handil í Hoyvík

SMS ætlar nú at byggja ein nýggjan Bónus handil við Karlamagnusarbreyt í Hoyvík.

Í hesum sambandi hevur SMS søkt býráðið um at fáa eitt stykki til keyps, sum skal leggjast afturat handlinum og á einum parkeringsplássum til 60 bilar.

SMS eigur frammanundan jørð við Karlamagnusarbreyt.

Á fundi í annaðkvøld fer Tórshavnar Býráð at viðgera umsóknina, sum umsitingin í býráðnum mælir til at taka undir við.

Men so verður neyðugt at søkja Innlendismálaráðið um loyvi at gera frávik frá reglunum um, at kommunal jørð, sum skal seljast, skal bjóðast út.

Men her heldur býráðið, at talan er um serlig viðurskifti sum gera, at frávik eigur at verða gjørt.