Sms boð hjálpa teimum sum roykja at leggja av

Fólkaheilsustýrið bjóðar eitt ókeypis átak, sum kann stimbra og hjálpa teimum, sum hava gjørt av at gevast við at roykja

Stuðlandi sms-boð

 

Fólkaheilsustýrið bjóðar teimum sum roykja, ein øðrvísi hátt at sleppa av við heilsuskaðiliga óvanan. Tey sum hava tikið avgerð um at leggja av, fáa stimbrandi smsboð á telefonina. Tey sum eru við í átakinum, tekna seg fimm dagar áðrenn stóra dagin og fáa javnan stutt hjálpandi boð, sum eggja til at halda fast í avgerðini.

 

 

 

Tilmelding

 

Tekna teg við at senda eitt sms við tekstinum „GEVST" til 1919, og tú fært sms-boð sendandi komandi tveir mánaðirnar. Smsboðini eru ókeypis, og tú kanst tekna teg alt árið.