Sms-boðini fylla 20 ár

Í dag eru liðin 20 ár, síðani fyrstu sms-boðini vóru send. Tað var á einari jólaveitslu í Onglandi, at fyrstu sms-boðini komu fram.

 

- Eg skrivaði boðini “gleðilig jól” á telduni og sendi tey til fartelefonina hjá Richard Jarvis frá Vodafone sum var til jólafrokost, sigur Neil Papworth, sum sendi heimsins fyrstu sms-boð tann 3. desember í 1992, við blaðið The Guardian.

 

Hann viðurkennir, at hevði hann tá vitað, hvussu kollveltandi sms-boðini fóru at verða fyri samskifti, hevði hann skrivað okkurt meira hugflogsríkt.

 

Tann tá 22 ára gamli Neil Papworth var partur av einum bólki av forritarum hjá Vodafone, sum skuldu menna eina nýggja boðskipan til innanhýsisbrúk í fyritøkuni. Hugskotið var, at starvsfólkini skuldu hava møguleikan at samskifta stutt og beinleiðis við hvørt annað.

 

Fyrsta handilsliga sms-tænastan varð veruleiki í 1993, og síðani eru send eitt óteljandi milliardatal av sms-boðum. Síðani Facebook, Twitter og aðrar samskiftismøguleikan eru blivnir meira vanligir, hevur talið á sendum sms-boðum verið minkandi.