SMS 24 ár


 

Føðingardagur


Hetta vikuskiftið er stórt føðingardagshald í SMS. Tað er tí SMS nú fyllir 24 ár, og verður hetta hátíðarhildið við einum stórum braki.

Byrjað varð longu fyrrapartin í gjár, tá kakao, køkur og Pop Top vóru at fáa á torginum. Eisini fingu børnini ókeypis ballónir.

Tá klokkan var umleið 10.30 var torgið fult av fólki í øllum aldri. Dagrøktir, barnagarðar og enntá heilir skúlaflokkar høvdu leitað sær niðan í SMS í kuldanum fyrrapartin í gjár. Ikki kann sigast annað enn, at heldur trongligt var á torginum við øllum barnavognum, ballónunum og innkeypsvognunum, tí øll vildu fáa sín part.

Klokkan 11.00 var undirhald fyri børn á skránni. Angela úr Fres, klovnurin Hannibal og búktalarin Absalon við dukkunum, Nikláa og Korneliusi komu á pallin at vísa síni kynstur.

Føðingardagurin hjá SMS heldur fram í dag. Klokkan 14.00 vera Angela og Hannibal saman við Fjotta og Bobo aftur á pallinum. Klokkan 16.00 fær SMS vitjan av Trølla Pæturi og Trølla ommuni og teimum fýra fjørugentunum. Eisini fer Trølla Pætur at býta út ókeypis plakatir til børnini.