SMS 15. størsti matvøruhandil í ríkinum

Berlingske Business Magasin hevur fyri kortum almannakunngjørt listan yvir størstu fyritøkur í danska ríkinum.

 

Ein føroysk fyritøka er komi inn á listan yvir størstu matvøruhandlar. Tað er SMS, sum er kropið inn á listan yvir størstu matvøruhandlar.

 

SMS er nummar 15 á listanum Handel/Dagligvarehandel. Listin er gjørdur út frá umsetningi, har SMS stendur at hava ein umsetning á 392 milliónir.

 

Á samlaða listanum yvir allar 1000 fyritøkurnar er SMS nummar 973.

 

Regin W. Dalsgaard er býlings- og marknaðarstjóri í SMS. Hann sigur, at hann fekk tað at vita tá hann las tað í Berlingske Business.

 

- Vit vistu ikki av tí og tey hava ikki biði um upplýsingar frá okkum, men hetta er sjálvandi stuttligt hjá okkum, sigur Regin W. Dalsgaard.

 

Regin W. Dalsgaard sigur, at talan er um Miklagarð, Bónus og Mylnuna, ið standa undir einum á listanum.