Smoltstøðin liggur á Hellunum

Tað arbeiða helst væl fleiri fólk á smoltstøðini hjá Mowi, enn tað eru íbúgvar á Hellunum

Alifelagið Mowi hevur stórt alivirksemi á Oyndarfirði, og felagið hevur eisini stóra smoltstøð á Hellunum.

 

- Tað er Laksá, sum er mark millum Oyndarfjørð og Hellurnar, og smoltstøðin liggur Hellu-megin markið, sigur Dávur Juul, borgarstjóri.

 

Brosandi tekur hann til, at Hellurnar munnu teljast millum tær bygdir, sum hava flest arbeiðspláss innan fyri bygdamarkið fyri hvønn íbúgva.

 

- Tað arbeiða helst væl fleiri fólk á smoltstøðini hjá Mowi, enn tað eru íbúgvar á Hellunum, leggur borgarstjórin aftrat.