Tað skrivar Bakkafrost í tíðindaskrivi í dag.
Felagið hevur skrivað undir sáttmála við trý feløg um útbygging av smoltstøðini á Viðareiði. Feløgini, ið skulu standa fyri byggingini, eru Malltek, RVtøkni og Nomatek. SMJ hevur projekterað og stendur fyri eftirliti og byggileiðslu.
##med2##
Nýggja smolthøllin kemur í staðin fyri sonevndu Høll C á smoltstøðini á Viðareiði, og kemur nýggja høllin at betra um møguleikarnar at gagnnýta størru karrúmdina, har smoltini ganga.
Útbyggingin er ein liður í felagsins strategi at ala laksin longri á landi. Stórar íløgur verða gjørdar í útbygging av smoltstøðum, og málið er at náa eina miðal smoltvekt á 500 gram við útseting.
##med3##
Skjøtul verður settur á arbeiðið at byggja smoltstøðina á Viðareiði út í komandi viku, og nýggja høllin kemur væntandi at standa klár fyrst í november 2021.
##med4##
Tað starvast umleið 20 fólk á smoltstøðini á Viðareiði.