Smoltstøðin á Fútakletti misti streymin saman við allari Vágoynni seinnapartin í gjár Millum teirra, sum mistu streymin seinnapartin í gjár, var smoltstøðin á Fútakletti í Vágum.
Teir høvdu trupulleikar við at fáa hjálpimotorarnar at ganga, tí teir kvaldust í øllum rokinum.
-Smoltini komu tí í andaneyð, tí vatnið í kørunum ikki bleiv iltað, men í síðstu løtu eydnaðist tað at fáa alt at rigga, sigur Atli Gregersen, stjóri, við heimasíðuna hjá Jóanisi Nielsen.
Høvdu smoltini doyð, so hevði skaðin verið fleiri 10-tals mió. krónur.