Smokie eru komnir av palli fyri 10 minuttum síðani og Smokie skuffaði ikki stóru fjøldina Talan var um nýtt og gott gamalt, tá Smokie fóru á pall á Summarfestivalinum í kvøld.
Ein undrast viðhvørt, hvat bólkurin hevur fram um onnur, tí nøkur av løgunum eru sum gjørd til eina lítla barr ella eina veitslu, meðan onnur eru rock´n roll. Í kvøld var bæði fólksligt, squeredance kent og rockur á skránni. Og ikki minst undirhaldsvirði.
Smokie eru Smokie, og øll standa glað og við góðari tonleikauppliving.










