Smokie spælir á Summar Festivalinum

Bólkurin við hittum sum Livin? Next Door To Alice, Oh Carol og Needles And Pins fer at spæla á Vágsbøi í august mánaði Lagt er upp til eina ordans syngið-við-konsert á Vágsbøi í august mánaði. Tá fer bólkurin Smokie nevniliga at spæla á Summar Festivalinum, og bólkurin kann velja millum eina ørgrynnu av sangum, sum fólk kenna.

Livin? Next Door To Alice, Oh Carol, Needles And Pins, Mexican Girl, Lay Back In The Arms Of Someone, I?ll Meet You At Midnight og Boulevard Of Broken Dreams eru bara nakrir av sangunum, sum vælkendi enski bólkurin kann tríva í.

 

Smokie hava nógvar fjepparar í Føroyum, og fjeppararnir fáa nú møguleikan at hoyra bólkin, sum sigst verða í góðum formi, spæla á størsta pallinum í føroyska tónleika-summarinum.