Smørtenorur farin

Demis Roussos doyði sunnudagin. Eisini í Føroyum var hann sera væl dámdur tenorur.

Sunnudagin andaðist stórseljandi grikski smørtenorurin  Demis Roussos á sjúkrahúsi í Athen.

 

Boðini komu eftir langa sjúkralegu. Hann gjørdist 68 ára gamal.

 

Hann kom fram í sekstiárunum, men legði av álvara til brots í sjeytiárunum. Tá stóð hann á egnum beinum, og væl bar til. Hann hevði undanvind í Europa.

 

Eisini sang hann sangir á flleiri tungumálum, og væl gekst honum eittnú í Týsklandi og Latínamerika.

 

 Demis Roussos sigst hava selt 60 milliónir eintøk av útgávum sínum kring knøttin.

 

Í Føroyum var  Demis Roussos eisini nógv at hoyra, Serliga við sanginum Forever and Ever.

 

 

https://www.youtube.com/watch?v=Y6gnrBtSYTw