Alheims smittutalið fyri covid-19 er fyri fyrstu ferð í sjey vikur vaksandi, og tað fær aðalskrivaran í Heimsheilsustovninum (WHO) at geva teimum ríku londunum ein uppsang.
Hann heldur, at tey ríku londini hugsa ov nógv um seg sjálvi, og nú tey eru farin at koppseta sínar borgarar og linka koronutiltøkini, verða fleiri smittað.
– Tað er eitt vónbrot, at nøkur land raðfesta at koppseta ungar og sunnar borgarar, sum eru í lítlum vanda fyri at verða sjúkir heldur enn at hjálpa til at koppseta eldri fólk í øðrum londum, sigur Tedros Adhanom Ghebreyesus sambært Ritzau.
Hann heldur, at øll lond eiga at hava áhuga í, at útsett fólk um allan heimin verða koppsett fyri covid-19 skjótast gjørligt.
WHO hevur sett í verk ein ætlan at hjálpa við at koppseta fólk í teimum fátøku londunum. Skipanin kallast Covax, og nú eru fyrstu fólkini koppsett gjøgnum hesa skipan í Ghana og Fílabeinsstrondini.
Sambært hagtølum hjá Our World in Data hava Ísrael, Sameindu Arabisku Emiratini og Stórabretland koppsett lutvíst flestar íbúgvar.