Seinasta samdøgrið eru skrásettir 2558 nýggir smittutilburðir við koronu í Danmark. Tað upplýsir Statens Serum Institutt (SSI).
Tað er hægsta talið upp á eitt samdøgur undir farsóttini – tó ikki tá atlit verður tikið fyri, at nógv fleiri verða kann nú í mun til í vár.
Grundarlagið fyri talinum eru 91.417 royndir, sum er tað triðhægsta upp á ein dag.
Talið av persónum, sum eru staðfestir positivir, er upp á 2,80 prosent. Tað er hægsta talið, sum er mált í tíðarskeiðnum, har tað hevur verið frítt at kanna seg í Danmark.
Sjálvt um smittutalið er tað hægsta, sum er skrásett undir farsóttini, var smittan á hægri støði í vár.
Sambært Statens Serum Institutt hevði talið av smittaðum verið millum 3600-3700 um dagin síðst í mars og fyrst í apríl, um tey tá høvdu kunnað kannað 80.000 um dagin.
Smittubreiðslan er serliga vaksin í høvuðsstaðarøkinum, har sjey kommunur seinasta samdøgrið hava fleiri enn 500 smittað fyri hvørjar 100.000 íbúgvar.
Tað snýr seg um kommunurnar Herlev, Ishøj, Solrød, Hvidovre, Keypmannahavn, Rødovre og Brøndby.
Fyri at seta tølini í perspektiv, so hava donsku heilsumyndugleikarnir fyrr roknað meiri enn 20 smittað fyri hvørjar 100.000 íbðugvar sum »ørkymlandi«.
Talið av innløgdum við koronuvirus á sjúkrahúsum er hinvegin fallið við fimm niður í 349.
Talið av innløgdum er umleið tvífaldað síðani fyrst í november, men er framvegis væl undir tí, sum tað var, tá tað var upp á tað hægsta í vár, tá talið av innløgdum var 535.
Harumframt eru tvey skrásett deyð við koronuvirus. Tað er lægsta talið av deyðum upp á eitt samdøgur síðani 22. november.
Tilsmans eru 904 fólk deyð við koronuvirus í Danmark síðani fyrst í marsmánaði.
/ritzau/