Kristina Háfoss, tingkvinna fyri tjóðveldi, vildi hava Jenis av Rana, landsstýrismann í uttanríkismálum, at greiða frá, hvussu støðan var við viðurskiftunum kring koronusmittu á útlendskum fiskiskipum, sum eru í Føroyum.
Kristina Háfoss vísti á, at trý russisk fiskiskip vórðu rakt av koronu undan ólavsøku, og fleiri av manningini vórðu innlagdir á landssjúkrahúsinum. Russiskir skiparar høvdu ikki fylgt tilráðingunum, og av tí sama var manning, ið ikki varð kannað, áðrenn hon fór úr Russlandi.
Í tí sambandi vildi Kristina Háfoss vita, hvat samskifti hevði verið við russiskar myndugleikar, og um hvørt nýggj krøv vórðu sett til russisku skipini frá russisku myndugleikunum.
Eisini vildi Kristina Háfoss vita, um nýggj krøv kundu væntast til útlendskar sjómenn úr Føroyum, og hvussu trygdin og heilsan hjá sjómonnum kann tryggjast, tá teir eru í Føroyum.
Christian Andreasen, tingmaður fyri fólkaflokkin, vildi eisini vera við, at tað, at útlendskir sjómenn verða skrásettir sum føroyskir koronutilburðir, hevur avleiðingar fyri Føroyar, tí høgu smittutølini hava við sær, at Føroyar enda á reyða lista hjá okkara grannalondum.
Jenis av Rana vísti í svarinum á, at samskifti hevur verið við russiskar myndugleikar um trupulleikan, og at tað hevði til endamáls at gera greitt, hvussu samskiftast skuldi frameftir. Landsstýrismaðurin visti ikki at siga, um herd krøv vóru sett sjómonnum av russisku myndugleikunum, men at myndugleikarnir høvdu gjørt reiðaríðunum greitt, hvørjar mannagongdir og treytir skulu haldast, tá skip leggur frá landi.
Til viðmerkingina frá Christiani Andreasen, segði Jenis av Rana, at landslæknin arbeiddi í løtuni við at skilja sundur hagtølini fyri føroyingar og útlendskar sjómenn, soleiðis at koronuhagtøl hjá útlendskum sjómonnum ikki ávirkaði samlaða føroyska smittutalið.