Smittutølini í Fraklandi veksa

Í Fraklandi hava tey ikki skrásett so nógvar nýggjar covid-19 tilburðir síðan miðskeiðis í apríl.

 

 

Fleiri lond hava veksandi tal av smittutilburðum við covid-19, og millum hesi er eitt nú Frakland, har tølini aftur eru vorðin rættiliga høg. 

Franski heilsustovnurin vísir á, at talið av nýggjum smittutilburðum seinasta samdøgnið var 5.429, sum er tað mesta síðan miðskeiðis í apríl.

Tað er ávísin, Le Parisien, sum ber hesi tíðindi í dag.

Sagt verður, at franski heilsustovnurin hevur havt dátutrupulleikar, og tí eru eingi tøl í løtuni yvir innleggingar og deyðsføll seinasta samdøgnið í Fraklandi.

Franski forsætisráðharrin mælir sínum landsmonnum til at brúka maskur, men legði í dag dent á, at hóast vøkstur í smittu, er eingin orsøk til panikk.

Í The Telegraph verður hann endurgivin fyri at siga, at tað er upp á tíðina, at fólk koma aftur til arbeiðis og í skúla.

Sambært tølum hjá franska fólkaheilsustovninum hevur Frakland nú fleiri enn 25 nýggjar smittutilburðir fyri hvørjar 100.000 íbúgvar.