Fólk, ið hava vanliga góða heilsu, skulu nú IKKI longur seta seg í samband við læknan, um tey fáa sjúkueyðkenni. Bert fólk í vandabólkunum skulu ringja til læknan Bjarni á Steig, virkandi landslækni, hevur júst sagt við Rás2, at fólk, ið hava vanliga góða heilsu, ikki nýtast seta seg í samband við kommunlæknan, um tey fáa sjukueyðkenni av H1N1.
Orsøkin er, at tað nú finnast tvær smittukeldur, og tí ber ikki longur til at royna at byrgja fyri smittuni. Fólk nýtast altso ikki longur seta seg í samband við lækan, um tey gerast sjúk.
Tey, ið eru í vandabólkunum, skulu tó framvegis seta seg í samband við læknan umvegis telefonina, um tey verða sjúk. Hevur tú niðursett lungavirkni, astma, hjartasjúku, diabetes ella niðursetta immunverju skal tú verða serliga ansin. Um so er skal tú seta teg í samband við egnan lækna, um tú ella onkur í húsinum fáa influensa.
Barnakonur, sum fáa influensusjúkueyðkenni og foreldur at børnum undir 5 ár við influensueyðkennum skulu seta seg í samband við lækna.
Men fyri tey frísku, ið fáa eyðkennini er sjúkan at meta sum ein vanlig, mild influensa, og fólk skulu bara halda seg heima í einar 5 dagar, inntil tey ikki smitta longur.