Fyrrverandi Leeds United lekarin, Alan Smith, kann vera á veg heim aftur á Elland Road eftir at Newcastle hevur leysgivið miðvallarleikaran.
Formaðrin í Leeds, Ken Bates, hevur givið ábendingar um, at Alan Smith møguliga kann vera á veg aftur til felagið.
Newcastle miðvallarleikarin fór úr Leeds undir beiskum umstøðum eftir niðurflytingina í 2004 til arvafíggindarnar, Manchester United.
Alan Smith kann sum nevnt verða á veg aftur á Elland Road, men serliga tvey ting kunnu koma upp á tvørs.
- Ein afturkoma til Elland Road hevði verið væl móttikin millum okkara viðhaldsfólk, men vit mugu vera varnir. Tíverri hevur Smith eina langa skaðasøgu, og um tað er nakað, vit ikki hava ráð til, er tað at keypa ein leikara, ið ikki fær spælt, sigur Ken Bates við Sky News.
Ein annar stórur trupulleiki, ið kan forða fyri eini afturvendan til Leeds er lønarkravið.
- Tað er avmarkað, hvat vit kunnu gjalda einum leikara í løn í The Championship, sigur Ken Bates.
Men møguleikin fyri, at Alan Smith aftur verður Leeds-leikari er avgjørt til staðar.