Smidligari útbúgvingarskipan

Í Føroyum hava vit eina ørgrynnu av útbúgvingum heilt frá miðnámi, háskúlum og eftirskúlum til yrkisútbúgvingar og hægri akademiskar útbúgvingar. Men kortini velur ein stórur partur av teimum ungu í Føroyum at fáa sær útbúgving uttanlands. Ymiskar orsakir kunnu vera til tað, t.d. útlongsil ella útbúgving, ið ikki verður boðin út í Føroyum. Tað einasta keðiliga fyri føroyska samfelagið er, at so fá venda heim aftur eftir loknan lestur.

 

Sannlíkindini fyri at fólk koma heim aftur til Føroya eftir útbúgving uttanlands eru størri, um tey fáa møguleika fyri at taka annaðhvørt Bachelor- ella Masterútbúgvingina heima.

 

Í dag vera umleið 30 útbúgvingar bodnar út á Fróðskaparsetri Føroya. Við Erasmus +, sum er ein skipan, ið veitir stuðul til altjóða verkætlanir um flytføri og samstarv, fer tað væntandi at gerast smidligari hjá føroyskum lesandi at taka semestur uttanlands. Nakað, sum kann vera ein tileggjan hjá fleiri ungum at nema sær útbúgvingina heima í Føroyum og samstundis royna lestrarlívið og møguleikarnar aðrastaðni.

 

Eg sakni kortini smidligheitina í teimum miðallongu til longu útbúgvingunum. T.d. ber tað ikki til hjá heilsurøktarum at lesa víðari til sjúkrarøktarfrøði ella námsfrøði í Føroyum, sum tað ger í øðrum londum. Tað er ein stórur veikleiki, at ein ikki kann mennast heilsufakliga í heimlandinum á sama sum ein kann í handverks- og navigatiónsútbúgvingum.

 

Eg síggi fyri mær, at hesi tiltøk eggja fólki til at nema sær útbúgving í Føroyum:

 

  • Erasmus +, so tú kanst uppliva lestrarlívið í Føroyum og uttanlands
  • Smidlig útbúgvingarskipan á heilsuøkinum

 

Annað átikið omanfyri er longu væl ávegis, men hitt má eitt komandi landsstýri fara í gongd við skjótast gjørligt.

 

Fyri teg, meg og Føroyar!

 

Rakul í Gerðinum, valevni fyri Tjóðveldi