Smidligari skipanir og skjót hjálp eru høvuðsmálini

At gera skipanirnar smidligari og geva skjóta hjálp eru høvuðsmálini frameftir. Og kravið er, at almenn tilboð verða samskipað, so borgarin og ikki tilboðið verður í miðdeplinum, segði Bill Justinussen á Trapputinginum mánakvøldið

Bill Justinussen

»Elskaði mín! Eg vil, at tú í øllum lutum hevur tað gott, og at tú hevur heilsuna, eins og tað veit sál tíni væl við.«
Hesa heilsan lesa vit í fyrsta versi í 2. Jóhannusarbrævi í Bíbliuni. Heilsanin hóskar væl sum meginregla hjá øllum, sum ynskja næstanum væl, og serliga væl hóskar hon sum yvirskrift yvir almennu umsorganina, sum eitt framkomið land hevur fyri sínum borgarum. Her síggja vit, hvussu tey kristnu hugsaðu í byrjanini, og hendan kristna hugsanin - umsorganin fyri hinum - hevur spjatt seg um allan heim síðani tá. Samfeløg hava bygt sínar lógir á megintankarnar um, at borgarin skal hava tað gott í øllum lutum, at hann skal hava heilsuna og trívast sálarliga. Tí hava vit bæði almanna- og heilsuverk.
Forsorgarlógin, sum er høvuðsevnið í Miðlahúsinum hesa vikuna, sigur, hvørja skyldu tað almenna hevur mótvegis landsins borgarum og samstundis, hvørja skyldu borgararnir hava mótvegis hvørjumøðrum og tí almenna. Í §1 stendur: "Det offentlige er forpligtet til at komme enhver til hjælp, som ikke er i stand til at skaffe sig og sine det fornødne til livets ophold". Hesin er høvuðstátturin, og eftir hesi meginreglu verða nakrar hundrað milliónir árliga latnar teimum, sum vegna heilsubrek, sálarligt brek, menningartarn, arbeiðsloysi ella annað ikki megna at uppihalda sær og sínum.
Hóast forsorgarøkið og serforsorgarøkið eru sera umfatandi, megnaði frálíki fundar-stjórin Jóannis Hansen at halda fast í einstøkum evnum, sum høvdu støði í røðunum hjá Jóannisi Dalsgarð og Svenningi av Lofti. Tí vórðu mest orð skift um støðuna hjá teimum sálarsjúku og teirra bústaðarviðurskifti. Við Sinnisbata á odda í stríðnum fyri korum teirra sálarsjúku eru framstig gjørd seinnu árini, hóast tað enn er langt eftir á mál. Ein trupulleiki er, at landsstýrismenn í ov stóran mun halda, at allir spurningar verða loystir við at gera álit, frágreiðingar, útgreiningar, tilmæli og upprit, men so er ikki. Á sálarsjúkuøkinum er alt sagt og skrivað, sum er neyðugt fyri at seta átrokandi politisku tiltøkini í verk, og tí eigur landsstýrismaðurin, eins og Svenning so greitt vísti á, at arbeiða eftir tí skrivliga tilfari, sum fyriliggur. Her verður serliga hugsað um "Álitið um Heildarpsykiatri", sum fakfólk og avvarðandi í góðum samstarvi hava gjørt. Eitt dygdarverk. Álitið hevði neyvan verið brúkiligt, um bert fakfólk ella bert foreldur høvdu gjørt tað, men júst felags niðurstøðurnar tryggja, at tilboðið verður tað rætta.
Tíverri hoyrdu vit mánakvøldið um eitt annað álit um alment tilboð, sum ikki er gjørt eftir sama leisti. Álitið um stovn til atferðartrupul børn. Her hava tey avvarðandi ikki verið við í arbeiðnum, og tí síggja vit beinanvegin, at MPD/Damp felagið ikki vil vita av tilboðnum. Hví hevur landsstýrismaðurin verið so óumhugsin?
Í mong ár hevur verið varpað ljós á truplu umstøðurnar, sum foreldur at børnum við serligum tørvi hava, tá tey skulu finna fram í frumskógini av almennum tilboðum og rættindum. Framvegis fer stóri parturin av foreldranna orku til at ringja, skriva og bíða. Alt ov lítið er hent fyri at koma hesum trupulleikum til lívs. Á fundnium vístu bæði Jóanis N. Dalsgarð og undirritaði á, at neyðugt er at útvega teimum sín egna kontaktpersón, sum í øllum samskifti við tað almenna kann vera teirra umboð. Høvuðstrupulleikin við almennu tilboðunum er, at hjálpin í flestu førum kemur alt ov seint, og mangan er hon ikki tann rætta, tá avtornar.
At gera skipanirnar smidligari og geva skjóta hjálp eru høvuðsmálini frameftir. Og kravið er, at almenn tilboð verða samskipað, so borgarin og ikki tilboðið verður í miðdeplinum.