Nú verður munandi smidligari hjá føroyskum virkjum at útflyta matvørur til Russlands. Tað boðað Heilsufrøðiliga Starvsstovan nú frá.
Føroyskur matvøruútflutningur til Russlands er mest feskar fiskavørur, men tað hevur verið eitt ófrávíkiligt krav frá russarum, at allar bingjur við matvørum skulu innsiglast her í Føroyum.
Higartil hevur tað verið so, at bingjur eru komnar heilt úr Russlandi til Føroya eftir vøruni, sum so verður innsiglað og heilsuváttan skrivað, áðrenn hon fer av landinum. Innsiglið verður so ikki brotið aftur, fyrrenn russiskir myndugleikar kanna bingjuna við markið og vissa sær, at heilsuváttanin úr Føroyum samsvarar við vøruna.
Tað er sera ósmidligt fyri føroyskar útflytarar, at bingjur skulu koma higar heilt úr Russlandi, men nú er semja fingin við russiskar myndugleikar um eina lagaligari mannagongd.
Í hesum sambandi er avtala nú gjørd við russarar um, at vøran kann umskipast í Danmark úr føroyskum bingjum í russiskar bingjur.
Tá ið umlastað verður, má innsiglið úr Føroyum sjálvandi brótast, men nú góðtaka russarar, at danskir myndugleikar hava eftirlit við umlastingini og seta eitt nýtt sigli á russisku bingjuna, tá ið vøran er flutt í hana.
- Við hesi mannagongd verður tað munandi lættari og smidligari at útflyta feskar, føroyskar fiskavørur til Russland, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.










