Í blaðnum í gjár umrøddu vit væl eydnaða kappróðurin á vestanstevnu. Í yvirskriftini til umrøðuna av kappingini millum 10?mannaførini stóð í yvirskriftini, at bátasmiðurin tordi ikki at hyggja at.
Tey, sum lósu greinina, løgdu ivaleyst til merkis, at ikki eitt orð varð nevnt um bátasmiðin. Av tekniskum ávum datt tað brotið burtur ímillum.
Tað snúði seg Olaf Halfdansen, sum hevur smíðað nýggja Vestmenningin. Hann var so spentur, at hann orkaði ikki at fara oman at hyggja at kappróðrinum. Men tá stríðið var lokið, og tað var greitt, at Vestmenningurin hevði vunnið í Vestmanna fyri fyrstu ferð í 48 ár, var bátasmiðurin sum vera man eins fegin og allir aðrir vestmenningar. Og kanska eitt sindur fegnari og stoltari enn hinir!
Hevði hesin stubbin verið við í greinini í gjár, so hevði yvirskriftin verið meiri viðkomandi!
jh