Aloftast insinuerar hann kyniskt og konverterar pástaðið slatur og sleyg til dómar yvir onnur. Undirritaði hevur staðið fyri skotum nú í eitt fjerðingsár. Ein landsstýrismaður skal pr. definitión hava tjúkka hvølju, og tað er heldur ongin trupulleiki í hesum førinum, men helst er tað neyðugt við eini rættleiðing, nú hesin stórsnútaði akramaðurin er farin at blanda seg uppí mín heilt persónliga búskap. Og mína egnu gjaldsmentan. Ongin orsøk er til at presentera mannin, hann er alkendur, og hevur alt sítt vaksna lív liva av danskari løn fyri at hevja og verja danskan yvirvaldsrætt í Føroyum. Sum politimaður undir tí danska justitsministaranum. Sum handlangari hjá imperialistiska valdsmaskinarínum í Keypmannahavn.
Í einum fyrispurningi til løgmann, og uppaftur verri í onkrum boulevardmiðli, hevur hann í eina tíð róð frammundir, at undirritaði ikki hevur goldið fyri tey nú so famøsu partabrøvini í AP, sum vóru keypt sambært sáttmála dagfestur 4. november 2004. Táið ein maður fer so langt í royndini at skaða ein annan mann, má man loyva sær at ivast í, um hesin er rættskikkaður. Jacob Vestergaard roynir tilvitað at oyðileggja lívið hjá persóninum handan landsstýrismannin, Tórbjørn Jacobsen, sum vónandi eisini skal liva eitt lív eftir at hansara almenna tænasta í Fiski- og Tilfeingismálaráðnum er ein farin tíð.
Politisturin av Økrum insinuerar beinleiðis, at undirritaði er ein skuldareyv sum ikki gjaldi mínar rokningar. Tíanbetur havi eg ongantíð havt nakað við hendan danska politistin at gera, á persónligum støði, og rokni eg við, at hetta skoðsmálið, sum skuldareyv og ringur betalari, er munandi betri millum tey sum eg havi samstarva við í 52 ár. Hevur gjaldførið annars verið til tað, havi eg sjáldan sovið eina nátt omaná eini ógoldnari rokning, skal eg heilsa og siga akramanninum, og hesi partabrøvini eru onki undantak, hóast Vestergaard í fyrispurninginum til løgmann spyr í 3. spurningi: ”Hevur løgmaður kannað um partabrøvini í P/F Atlantskolvetni eru goldin P/F Kongshavnar Útgerðarfelag við reiðum peningi ella á annan hátt, og um ikki, ætlar løgmaður so ikki at kanna, hvussu goldið var fyri partabrøvini?”
Fyri endaliga at prógva, at hesin tilvitað sáddi ivin bara er enn ein roynd at dálka undirritaða, og sum eitt svar uppá kryptisku orðingina í viðmerkingunum: ”Ein annar spurningur sum hevur tikið seg upp (hvør man hava íspunnið spurningin (tj)?), er, hvussu Tórbjørn Jacobsen, rindaði fyri partabrøvini.” leggi eg hervið part av kontuavriti frá Eik-Banka, sum er prógv um, at peningurin varð goldin kontant hin 8. november 2004. Og skuldi smiðjumeistarin av Økrum havt sama ivan um pápa mín, sum um meg sjálvan, so kann hann fáa eina váttan fyri, at hann hevur goldið somu upphædd kontant dagin eftir tvs. hin 9. november 2004.
Hetta skriv er eittans skrivað sum verja fyri tað ítøkiliga persónliga álopið, um at undirritaði skal vera runnin undan einari rokning á eina hálva millión krónur fyri sløkum 4 árum síðani. Øllum hinum spurningunum og teimum politisku viðurskiftunum rokni eg við at løgmaður tekur sær av á tingi ídag. Vónandi er smiðjumeistarin í slatri og sleygi, sum eittans útmerkaði seg við einum hendinga sjaldnum smiðjuleigumálið á Tvøroyri, í síni landsstýrismannatíð, nøgdur við svarið. Líkamikið hvussu hann fer at geberda sær frameftir verða hetta tey einastu og seinastu orðini higani um hetta málið.









