Smiðjan í Gøtu, sum fyri fáum mánaðum síðani læt aftur, letur nú upp aftur við nýggjum eigarum. Móttøka verður í dag við nýggjum navni, ÁWAY.
Tað eru brøðurnir, Tollakkur og Álvur Joensen, sum hava keypt smiðjuna. Umframt alt vanligt smiðjuarbeiði hava teir eisini umboð upp á Toyota trukkar.
Smiðjan, sum framman undan æt Normek, hevði nógv fólk í arbeiði.
ÁWAY, sum letur upp í dag, hevur móttøku millum klokkan 15 og 17.