Maðurin í húsinum greiddi frá, at tey altíð plagdu av læsa hurðina, tá tey tørnaðu inn, men hetta kvøldið var yngsti sonur teirra úti, so tey roknaðu við, at hann fór at læsa huðrina, tá hann kom heim.
Men hann var farin innar í stovuna at hyggja at sjónvarpi, og var sovnaður. So úthurðin stóð óløst.
Hann vaknaði av, at unga gentan kom innar í kamarið, og fór aftur um høvdalagið hjá konuni at goyma seg. Henni á baki kom ákærdi maðurin og hann gekk yvir um seingina og legði seg oman á konuna.
Hann undraðist á, at gentan hevði málað seg um kroppin, tí hann dugdi ikki at ímynda sær, at talan var um blóð.
Hann legði eisini til merkis, at unga gentan var nakin, bara ílatin trussur.
Tá ákærdi maðurin hevði lagt seg oman á konuna rópti hon beinanvegin, at hann hevði stungi seg.
Hann leyp úr seingini, men komin á fótalagið, sortnaði tað fyri honum, og hann veit ikki, hvussu leingi hann hevur staðið har soleiðis.
Tá hann raknar við aftur, stendur ákærdi andlit til andlits við ákærda, men av einihvørjari orsøk vendir ákærdi sær og hyggur inn í veggin. Tá meddar maðurin til í nakkan á ákærda, ið líkasum hoyknar nakað, og síðani fer ákærdi maðurin til dørs, og gongur róliga yvir móti demninginum og síðani hvørtur um hann.
Stóð um lív
Maðurin fer tá eftir telefonini og ringir 1-1-2. Meðan hann ger tað, fer hann út úr kamarinum og hyggur yvir móti Hvannasundi. Hann sær tá ákærda mannin ganga róliga yvir móti demninginum og hvørtur um hann.
Tá hann er liðugur at tosa við politiið hyggur hann niður og sær tá, at tað flýtur undir honum við blóði, og tástaðni varnast hann, at eisini hann er stungin.
Hann hevði í uppruna boðunum til politiið sagt, at tað vóru tvey, sum vóru stungin, nú vóru tey so trý, og stutta løtu seinni kemur so abbasonurin, sum eisini bløðir illa.
Tað gekk bert stutt tíð, til politiið var á staðnum, og maðurin turnaði aftur og fram. Tann eini pollitisturin var ættaður haðani, og hann bað mannin um at seta seg niður, og hann so gjørdi.
Stutta tíð seinni komu so sjúkrabilar, og maðurin fór sum tann fyrsti avstað.
Hann greiddi frá, at hann kendi seg sum so væl fyri, og komin á sjúkrahúsið ringdi hann til dóttir sína í Danmark at siga henni frá standinum.
Men ein sjúkrasystir tók telefonina frá honum, og meðan hon stendur og høsnast við telefonina fær maðurin eina øgiliga pínu, og hann var so koyrdur inn á skurðstovuna beinanvegin.
Hann hoyrdi seinni, at tað var komið hol á eina gøgn í búkinum, og at tað fleyt hálvurannar litur av blóði í maganum.
Tað stóð tí um lív hjá manninum, og var hann ikki komin undir læknahond so skjótt kundi hann lættliga havt mist lívið.
Hevur ávirkað
Hendingin hevur havt stóra ávirkan á mannin. Hann greiddi frá í rættinum, at hann hevði sagt við gentuna, tá hon kom saman við abbasoni teirra, at hon skuldi altíð verða hjartaliga vælkomin í teirra heim.
Hann segði, at hann var glaður fyri, at hurðin ikki var læst hesa náttina, tí tað hevði verið ræðuligt at vakna upp tann morgunin og funnið gentuna deyða á trappuni.
Hann vildi illa siga frá, hvussu hendingin hevði ávirkað hann, men hann greiddi frá, at ta einu náttina vaknaði hann av, at knan rópti: Lat vera, lat vera. Hann varnaðist tá, at hann hevði ligið og sligið konuna.
Tað vóru slíkar hendingar, ið komu fyri, men hann vildi ikki siga meira um tað.
Hann hevði eisini verið óarbeiðsførur í tveir mánaðar, og tað hevði kostað honum 41.000-42.000 krónur í mistari arbeiðsinntøku.









