Smeitur at missa Bartal og Jákup

Oddbjørn Joensen er væl nøgdur við EM-undankappingina hjá U19-liðnum, hóast tað einans bleiv til tað eina stigið.

- Vit eru væl nøgdir við EM-undankappingina, tó at okkurt er, sum vit iðra okkum um, sigur Oddbjørn Joensen, venjari hjá U19-landsliðnum hjá dreingjum, sum júst hevur luttikið í EM-undankapping í Rumenia.

 

Hann sigur, at hetta er eitt tað frægasta úrslitið, sum U19-landsliðið nakrantíð hevur fingið.

- Vit spældu ómetaliga væl móti Rumenia, hóast vit taptu, og iðra okkum serliga um tað tapið. Móti Sveits lata vit nøkur keðilig mál ígjøgnum, meðan vit fáa eina ringa byrjan móti Andorra, har teir skora. Vit menna okkum tó nógv, og í øðrum hálvleiki høvdu vit fleiri góðar málmøguleikar og megnaðu so at javna upp á ein teirra, sigur Oddbjørn Joensen.

 

Dystirnir endaðu við einum 2-0 tapi móti Rumenia, einum 4-0 tapi móti Sveits og einum 1-1 javnleiki móti Andorra.

Liðið kom illa frá byrjan, tá ein av profilunum, Bartal Wardum, gjørdist skaddur longu undan kappingini, meðan ein annar, Jákup Thomsen, fekk ágarnarbruna.

- Bartal Wardum hevði verið til royndarvenjing hjá FC Midtjylland, áðrenn hann møtti restina av liðnum og var so óheppin, at gerast skaddur og vit valdu, at senda hann heim. Jákup Thomsen spældi fyrsta dystin móti Rumenia og spældi rættiliga væl. Tað var faktiskt stórur áhugi fyri honum her niðri, so tað var spell fyri hann, at hann skuldi gerast sjúkur, sigur Oddbjørn Joensen.

 

- Annars arbeiddu allir menninir væl, stríðsviljin var góður, so har var einki at koma eftir, sigur venjarin.

 

Næsta kappingin hjá U19-landsliðnum verður allarhelst EM-undankappingin í 2016. Lutakast til hana verður beint undan jólum.