Á døgurða fekk Rás 2 orð á Trónd Arge og Alfred Hummeland, ið súkkla við Team Rynkeby.
Tróndur Arge sigur, at tey nú eru á veg úr Bremen til Hollands, og í einum steðgi hevur hann fingið eitt prát við Alfred Hummeland, liðskipara.
Alfred Hummeland váttar, at onkrir trupulleikar hava verið við onkrum av GPS’arunum, men at hetta ikki eru stórvegis trupulleikar.
Tróndur Arge fegnast um góðu hjálpina frá servicebilunum, ið fylgja teimum.
Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini.