Altíð hava føroyingar ilskast inn á eldra ættarliðið, ið stýrir landi okkara, og at yngri kreftir skulu koma til. Nú eru yngri kreftir komnar til, men grenjað verður nú um, at hesir hava alt ov lítlar royndir. Hvar er logikkurin? ? Smátt er gott.
Tað er »inn« at siga, at nýggja »stjørnuskotið« á tingi hevur ov lítlar royndir, og at aðrir »teknokratar«, við stórum løgmanni í búkinum, betur kunnu umsita áhugamál føroyinga.
Spurningurin er, um ein ungur maður við áræði og dirvi, og við útbúgving sum samfelagsfrøðingur við speciali í bankamálinum, ikki hevur betri kvalifikatiónir, enn ein maður, ið hevur hollar royndir í rækjuarbeiði. Vit spyrja hví, og svarið má vera: ? Smáligt er betur.
Finn Jensen