Smartur og væl virkandi vørubilur

Mercedes-Benz Vito, sum fyrstu ferð kom á markanðin í 1995, er nú avloystur av einum nýggjum Vito. Í mótseting til forgangarin hevur hesin motorin uppá longs og verður drivin av bakhjólunum

Tað er ikki bert av útsjónd at nýggi Vito líkist persónvognunum hjá Mercedes-Benz, koyrieginleikarnir eru so líkir einum persónvogni, sum tað ber til hjá einum vøruvogni, sum samstundis skal bera vektina av eini vørulast.

Nýggi Vito er ikki ein uppdatering av forgangaranum men ein heilt nýggjur bilur. Hann verður gjørdur við tveimum ymiskum aksilfrástøðum, trimum ymiskum longdum og tveimum ymiskum hæddum. So her eru góðir møguleikar at velja rætta bilin til tann ávísa tørvin.

At bilurin nú verður drivin av bakhjólunum nýtist ikki at vera til tað verra. Tí ein væl lessaður vørubilur sum verður drivin av bakhjólunum klárar seg væl í kava og hálku við teimum hjálpar- og trygdarskipanum, ið nútímans bilar hava. Vito hevur ABS bremsuskipan við anti-spinn og ASR regulering, elektroniska bremsukraftdeilaran EBV og bremsuassistentin BAS. Eisini hevur hann elektronisku stabiliseringsskipanina ESP.

Við øllum hesum framkomnu skipanum kann bilførarin hava tamarhald á bilinum undir øllum koyriumstøðum. Vito hevur skivubremsur við øll fýra hjólini, 3-punkts trygdarbeltir, airbag til bilføraran og tey ferðandi framman. Annars hevur bilurin hópin av innbygdum trygdarskipanum

Vito fæst við trimum ymiskum 2,2 litur CDI dieselmotorum við ávikavist 88, 109 ella 125 hk. Hann fæst eisini við tveimum ymiskum V6 bensinmotorum. Standardgirkassin er ein manuellur 6-trins, meðan hann eisini fæst við 5-trins automatiskum girkassa.

Bilurin er soleiðis innrættaður, at hann sum onki kann taka ein europlatt inn gjøgnum síðuhurðina. Sum standard er síðuhurðin til vørurúmið í høgru síðu, og baklúkan er hongd í erva. Útgávurnar við høgum taki hava tvær síðuhongdar hurðar sum standard.

Vito er vøruvognsútgávan, meðan Viano er MPV útgávan av sama bili. Báðir eru teir sera lættir at umgangast, bæði sum vørubilur og sum MPV, instrumentborðið er smart og ergonomiskt, girstongin situr væl fyri uppi undir instrumentborðinum. Á bilasøluni hjá Ivan Johansen verður sagt, at bilurin fæst í øllum teimum ymiska støddunum

Mercedes-Benz Vito 115 CDI XL

Motorurin 2,2 litur 4 syl. CDI 150 hk

0-100 km/t16,2 sek

Oljunýtsla11,6 km/l

Stødd
Longd 475,0 cm
Breidd191,0 cm
Hædd188,0 cm

Vørurúm 5,68 rúmmetrar

Prísurkr. 298.000,- v.MVG

Søluumboð Ivan Johansen bilar
Hoyvíksvegur 63
FO-110 Tórshavn
Tel. 313666
www.ivan.fo