Nógvar tekningar og myndir hava verið frammi av nýggja VW Passat, men nú kunnu vit avdúka endaliga úrslitið, ið sýnir at talan verður um ein smartan, elegantan og spennandi bil.
Kabinan er innrættað eftir ergonomiskum og brúkaravinarligum prinsippum og í sera góðum kvaliteti. Nógv er gjørt burtur úr, at setrini skulu vera góð at sita í. Hondbremsan er avloyst av eini elektroniskari parkeringsbremsu, sum virkar við at trýsta á ein knøtt.
Ein fjarstýrd start- og lásaskipan ger tann vanliga startlykilin óneyðugan.
Nýggi Passat er bæði breiðari og longri enn forgangarin, og aksilfrástøðan er
størri. Hetta gevur betri pláss í kabinuni, og viðførisrúmið er vaksið við 90 litrum.
Í fyrstu atløgu verða sjey motorar at velja ímillum, fýra bensin og tríggir TDI diesel.
Bensinmotorarnir verða allir við 4 sylindarum, tann minsti hevur 102 hk, hinir eru allir FSI innspræningsmotorar við ávikavist 115, 150 og 200 hk.
Síðst í 2005 kemur ein 3,2 litur V6 FSI motorur við 250 hk.
Teir tríggir TDI turbodiesel motorar hava ávikavist 105, 140 og 170 hk. Allir motorarnir lúka tey strongu EU4-krøvini til umhvørvisvernd.
Undirvognurin verður við McPherson fjaðraskipan framman og multilink-bakakslum. Hetta tryggjar bilinum koyrieginleikar og komfort á høgum støði.
Umframt at bilurin kemur í fýra ymiskum variantum hvat útgerð viðvíkur, verður møguleiki fyri nógvari eykaútgerð sum t.d. 2-zonu klimaanleggi, 230 volt streymveiting til telduna o.l., og automatiska frástøðuregulering til bilar sum koyra frammanfyri. Fartpilotur og ESP eru standard útgerð.
Bilurin kemur til Danmarkar í apríl 2005. Enn er tó einki upplýst um prís.









