Smartur familjubilur

Við kenda bildesignaranum Walter de Silva á odda er nýggi Altea tann fyrsti av nýggju Seat generatiónini, sum er komin á marknaðin. Altea er ein smartur og rúmligur familjubilur við sportsligum koyrieginleikum

Sponsku Seat eru vorðnir eitt sportsligt bilmerki hjá VW konsernini, og Seat Altea er ein sonevndur MSV (Multi Sport Vehicle), sum er eitt nýtt heiti innan familju og frítíðarbilar.

Altea er ein rúmligur og smartur og familjubilur við sportsligum koyrieginleikum.

Vælvirkandi elektromekaniska servostýring gevur bilinum eina fasta og neyva stýring. Setrini eru gjørd í sera góðum kvaliteti við innbygdum skúmi, sum tekur burtur ristingar, og ger at tey ferðandi ikki møðast undir koyring.

Nú fáa bilarnir eisini karakter eftir hvussu fótgangaravinarligir teir eru. Framman er Altea gjørdur soleiðis, at hann gevur eftir, um ein fótgangari verður ákoyrdur, so persónurin fær minst møguligan skaða.

Um bilurin kemur út fyri ein hørðum samanstoyti, so tendra øll blunkljósini, hurðarnar læsast upp, og bensinipumpan verður avbrotin, so motorurin slóknar, fyri at ikki eldur skal koma í bilin.

Reference og Stylance

Hvat útgerð viðvíkur fæst Altea í útgávunum Reference og Stylance. Hóast Reference er standard útgávan, er talan um ein væl útgjørdan bil, t.d. kann førarasetrið stillast í hædd, og armlen er millum forsetrini, skuffir undir forsetrunum, seks airbag, og ESP (Elektronsik Stabilitets Program). Afturat hesum hevur Stylance t.d. aircondition (Climatronic), tokulyktir, leðurratt og girknøtt, koyriteldu og fartpilot.

Fýra motorar eru at velja ímillum, tveir bensin og tveir diesel: 1,6 litur bensin við 102 hk, og 2,0 litur FSI bensin við 150 hk, og tveir turbodiesel: 1,9 litur TDI við 105 hk, og 2,0 litur TDI við 102 hk. Tann við 2,0 litur FSI motori við 150 hk hevur 6-trins girkassa.


Myndatekstur:

1.
Seat Altea er ein sonevndur MSV (Multi Sport Vehicle), sum er eitt nýtt heiti innan familju og frítíðarbilar.

2.
Altea er tann fyrsti av nýggju Seat generatiónini, sum er komin á marknaðin.

3.
Framman er Altea gjørdur soleiðis, at hann gevur eftir, um ein fótgangari verður ákoyrdur, so persónurin fær minst møguligan skaða.

4. Seat altea innan. Alu-look og ljós instrumentir. Førarasetrið kann stillast í hædd



Seat Altea 1,6 Reference

Motorurin1,6 litur 4 syl bensin 102 hk

0-100 km/t12,8 sek

Bensinnýtsla13,1 km/l

Dekkstødd205/55-16

Stødd og vekt
Longd428,2 cm
Breidd176,8 cm
Hædd156,8 cm
Eginvekt1.325 kg
Viðførisrúm409 litrar

Prísurkr. 214.000

SøluumboðBilasølan v/ Øssur Johannesen
Vegurin Langi
FO-188 Hoyvík
Tel. 315354