Smart pisshús í Esbjerg

Tað ljóðar sum skemt - eitt pisshús, sum kann koyrast niður í jørðina og takast uppaftur eftir tørvi

Men tað er ikki skemt, tí hálendska fyritøkan, Urilift, hevur fingið heimspatent uppá uppfinningina, og leygardagin verður fyrsta pisshúsið av hesum slagi á danskari grund tikið í nýtslu í Esbjerg,
               Inni í húsinum, sum er gjørt úr rustfríum stáli, er eitt sokallað urinal, og tí er hesin nýggi hentleikin bara ætlaður monnum. Tað finst tó eisini ein útgáva, sum kann nýtast av kvinnum.
               Húsið verður sett í ein kassa undir jørð og goymt undir loki um dagin. Tá so náttin fellur á, verður tað heysað upp í rætta brúkarahædd.
               Ætlanin er, at húsið skal loysa ein illa luktandi trupulleika, sum kemst av, at nakrir menn halda, at vatnið kanst tú sleppa tær av við, nær sum helst og hvar sum helst.
                      Í Hálandi finnast longu 35 pisshúss av hesum slagi, og aðrir stórir býir hava eisini víst uppfinningini áhuga. Kostnaðurin liggur um eina fjórðingsmillión krónur.
Kelda: Jyllands-Posten