Smart og ókeypis klæðir til børn

- Klæðini, sum eru til børn millum 0 og 16 ár, eru bæði smart og í góðum standi, sigur Reyða Kross Klædnahjálpin.

Leygardagin 3. mai frá klokkan 11-14 bjóðar Reyða Kross Klædnahjálpin familjum við børnum at koma í Reyða Kross í Stiðjagøtu 6 í Havn at fáa sær barnaklæðir. 

 

Um tað hjálpir nøkrum at finna adressuna, kunnu vit upplýsa, at tað er her í sama bygningi, at Safari Transport heldur til.

 

- Klæðini, sum eru frá klædnaskiljingini hjá okkum, eru bæði smart og í góðum standi, og hetta eru klæðir til børn millum 0 og 16 ár, sigur Reyða Kross Klædnahjálpin.