Smart er gjørdur út frá kanningum sum vísa, at tað sum oftast eru tvey fólk í teimum smáu bilunum, sum koyra inni í býunum.
Smart verkætlanin kom upprunaliga frá designmiðstøðini hjá Mercedes-Benz í USA, men tað vísti seg at Nicolas Hayek, stjórin á Swatch urverksmiðjuni í Sweits, hevði næstan sama hugskot. Hetta førdi til eitt samstarv millum Mercedes og Swatch um hendan lítla og orkusparandi býbilin. Eftir nøkrum árum tók Swatch urverksmiðjan seg úr hesum samstarvi, og í dag er tað DaimlerChrysler, sum eigur fyritøkuna. Bilurin verður gjørdur í Alsace í Fraklandi.
Smart er ein lítil bilur til tveir persónar, ið er 2,50 m langur, 1,51 m breiður og 1,53 m høgur. Tað vil siga at bilurin er lítið longri enn nógvir stórir bilar eru breiðir, og hann er líka høgur, sum hann er breiður. At byrja við gav tað, at hann er lutfallsliga høgur, trupulleikar við stabilitetinum í bilinum, serliga í svingum, men tað kom skjótt upp á pláss.
Smart fæst bæði sum bensin og diesel, bensinmotorarnir er upp á 0,7 litur, meðan dieselmotorurin er upp á 0,8 litur. Motorurin liggur oman á bakakslinum, og bilurin er bakhjólsdrivin.
Hóast Smart er ein minibilur, virkar hann ikki so lítil, tá man koyrir hann. Bilurin verður nógv brúktur í teimum stóru býunum í Evropa, har tað vegna plásstrot er sera hent at hava ein bil sum bert er tveir og ein hálvan metur langur og harvið lættur at parkera. Serliga konufólkini hava tikið væl í móti Smart. Bilurin fæst í ymiskum útgávum, eisini sum cabriolet.
Smart CDI Passion
Motorurin0,8 litur 3 syl. CDI diesel við 41 hk
0-100 km/t 19,8 sek
Oljunýtsla29,4 km/l
Dekkstødd135/70-15 framman
175/55-15 aftan
Stødd og vekt
Longd250,0 cm
Breidd151,0 cm
Hædd153,0 cm
Vekt 800 kg
Viðførisrúm150 litrar
Prísurkr. 148.800,-
SølaAutoimport
Tel. 217778