Small um - men gjøgnumførdi

Hóast hon eina løtu var heilt illa fyri, megnaði Marna Egholm at gjøgnumføra hálvt marathon

 

Tað luktaði av heiðursmerkjum longu í fyrstu kappingunum í morgun. Hálvt marathon var á skránni, og leingi var líkt til, at Marna Egholm skuldi renna eitt heiðursmerki heim til Føroyar.

 

Stóran part av kappingini var Marna nevnliga á odda, men á seinasta triðinginum gekk galið. Eftir 12 kilometrar small Marna um, og hon spýði eisini, men hon kom tó aftur á føtur. Ferðin varð sett niður, men hon megnaði kortini at gjøgnumføra.

 

 

Eisini var Bjørk Herup Olsen sera nær við at røkka einum heiðursmerki, men hon mátti tó taka til takkar við einum fimta plássi.

 

Í løtuni verður bíðað í spenningi, um hesi bæði úrslitini røkka til heiðursmerki í liðkappingini.