Flestu partrolarar royna í løtuni eystan fyri og koma inn at landa, sum vikan gongur. Skipini hava smáligan fiskiskap.
Tveir djúpvatnstrolarar fiska upsa, og ein fiskar svartkalva, kongafisk og blálongu.
- Teir, sum fiska upsa, koma helst inn at landa síðst í vikuni. Tann triði kemur neyvan inn at landa hesa vikuna.
Fiskamarknaður Føroya sigur, at tríggir djúpvatnstrolarar eru á Flemish Kap og fiska tosk. Teir frysta umborð.
- Allir trolbátarnir liggja inni, men fara út aftur, tá veðrið batnar, sigur marknaðurin.