Smálandakapping í talvi

Sjeynda talvkappingin millum smátjóðir í Evropa verður nú um mánaðarskiftið suðuri á Malta. Føroyska landsliðið er hesaferð favorittur at vinna kappingina, sum Andorra vann seinast

Sjeynda talvkappingin millum smátjóðir í Evropa verður nú um mánaðarskiftið suðuri á Malta. Føroyska landsliðið er hesaferð favorittur at vinna kappingina, sum Andorra vann seinast.

 

Hini liðini í kappingini umframt Føroyar eru Andorra, Luksemburg, Monaco, Malta, Kyprós, Liktinstein, Jersey og Guernsey. Tíggjunda liðið manna kvinnur úr teimum ymsu londunum - tó er eingin úr Føroyum við.

 

Hvørt land hevur fimm telvarar á sínum liði - fýra telva í hvørjum dysti. Talvsamband Føroya hevur øll árini hildið fast um, at fimti telvarin er unglingi. Hesaferð eru tveir, sum hava unglingaaldur, á føroyska liðnum.

 

Hesir fimm fara at manna føroyska talvlandsliðið á Malta:

 

1. Helgi Dam Ziska, HT

 

2. Høgni Egilstoft Nielsen, ST

 

3. John Rødgaard, VT

 

4. Luitjen Akselsson Apol, HT

 

5. Jón í Horni Nielsen, ST

 

Blaðungir

 

Luitjen og Jón eru ávikavist 15 og 16 ára gamlir, og millum yngstu telvarar - um ikki teir allaryngstu - á talvstevnuni á Malta. 15 ára gamli Luitjen er longu royndur í leikum, og nú sleppur ungi sandavágsmaðurin, sum hevur havt stóra framgongd, av álvara at royna seg.

 

Á ovaru borðunum hava Føroyar sterkar og royndar telvarar. Nógv fer at hvíla á teimum, skal føroyska landsliðið útinna sín favorittleiklut í kappingini. Roknast kann við harðari mótstøðu frá serliga Andorra, Luksemburg og Monaco.

 

Telvað verður frá sunnudegnum 28. november til leygardagin 4. desember.