Týsdagin 3. september byrjar nýtt tiltak í Hoyvíkar kirkju. Talan er um eitt serligt tilboð til øll børn í 4. flokki: Smákonfirmantar.
Tey fara at hugna sær, hoyra góðar søgur, læra okkurt nýtt og fáa okkurt gott omaná.
Møtt verður í Hoyvíkar kirkju kl. 14. týsdagin 3. september og tey halda fram til heystfrítíðina.










