Smakksroynd av nýggju fløguni hjá Lenu

Lagið Put Away Tomorrow For Tonight hjá Lenu er lagt á alnetið. Tað er á myspace, at nýggja lagið liggur, sum smakksroynd upp á nýggju fløguna og talan er um eitt rokklag.

Lagið er av fløguni My Microphone, ið Lena og maðurin Niclas hava arbeitt við seinasta árið og sum kemur út í næstum. Upprunaliga var ætlanin, at fløgan skuldi koma út í november, og at Red Hot Chili Peppers blandarin Ryan Hewitt skuldi ljóðblanda fløguna. Men Lena og Niclas vóru ikki nøgd við hetta ljóðblandið. Tí varð farið til Óla Poulsen, ið eisini hevur ljóðblandað fyrru fløgurnar hjá Lenu. Enn er útgávudagurin ikki almennur, men á myspace.com/lenamusicroom liggur altso fyrsta smakkroyndin.
Komandi leygarkvøld spælir Lena í Kulturhuset á Islandsbrygge, saman við Eyðun og Terja. Eisini verður mótasýning við føroyskum sniðum, tá verða uttan iva Put Away Tomorrow For Tonight og fleiri onnur nýggj løg á skránni.