Gongst, sum hjúnini, Bødvar Hjartvarsson og konan, Helga Hilmarsdóttir, ætla, standa seks smáhús uppi í Dali tíðliga næsta summar, og ein íbúð verður til leigu á snikkaraverkstaðnum.
Higartil hevur ferðavinnan verið ein hjávinna hjá hjúnunum, men nú ætla tey, at hetta skal gerast teirra høvuðsvinna. Byggisamtyktin fyri økið er broytt, og hjúnini hava fingið byggiloyvi til seks smáhús.
Hesi skulu byggjast í Litavia og setast upp norðanfyri húsini hjá familjuni í Dali. Í vikuni varð spakin settur í, og tað var Bødvar Hjartvarsson, sum loysti fyrsta flagið.
Hann sigur, at nú skal gravast omanav, og síðan skal økið, har smáhúsini koma at standa, gerast byggibúgvið.
Tað er Kontrast, og her er einki latið upp til tilvildina. Húsini verða bygd sum heilsárshús og kunnu tískil leigast út alt árið.
- Nú verður grivið út og planerað, og síðan vænta vit, at smáhúsini koma heim í viku 20 næsta ár.
Bødvar Hjartvarsson ætlar, at smáhúsini skulu kunna leigast út longu í seinnu hálvu av komandi summari, kanska til ólavsøku ella so, og hann sær hetta sum ein góðan møguleika hjá hjúnunum at skapa sær eina nýggja tilveru í Dali.
##med2##
- Eftir 24 árum noyddist eg at leggja snikkaraarbeiðið á hillina, eftir at eg gjørdist sjúkur og misti lesiførleikan. Vit vilja búgva í Dali, og her vilja vit framvegis skapa okkara tilveru, sigur Bødvar Hjartvarsson.
Í VikuskiftisSosialinum, sum kemur í morgin, verður greitt nærri frá spennandi verkætlanini hjá Bødvari Hjartvarssyni og konu hansara, Helgu Hilmarsdóttir.
##med3##