2. páskadag varð ein smágenta bitin av einum hundi á Sandi. Sambært løgregluni er talan um ein hund sum er líknandi einum seyðahundi av onkrum slag. Gentan hevur tó ikki fingið stórvegis mein av hendingini.
Eigarin verður skuldsettur fyri brot á hundalógina og fær væntandi eina bót. Sambært hundalógini hevur ánarin ábyrgd av at fyribyrgja, at hundurin ger skaða, so sum at hava hundin í bandi og syrgja fyri, at hundurin ikki gongur leysur. Hinvegin, um fólk sjálvi fara til hundin, hóast hann kanska stendur í bandi, er torført hjá ánaranum at verja seg. Hann fær tó kortini bót, um hundurin elvir skaða. Sigast skal, at í førinum heima á Sandi sigur søgan einki um, hvørt hundurin gekk leysur, ella um gentan sjálv fór til hundin.
Ofta verður sagt, at hundur, ið bítur skal avlívast, men so er tó ikki. Hundalógin ásetur, at hundur, ið loypur á húsdýr, serliga seyð og lomb, kann verða skotin, men eingin tílík áseting er um hund, ið ger skaða á fólk.
Tó sigur lógin, at um hundur fyrr hevur elvt skaða, kann landfútin treyta honum, sum eigur hundin, at avlíva hann.
- Tílíka treyt kann ánari koma undir, tá ið hundurin lætst verða bítskur ella hevur sum vana at gera fólki ónáðir á gøtu, vegi, breyt ella plássi, sum opin eru fyri vanligari ferðslu, ella um hundurin er vanur at gear húsdjórum ónáðir.