Smágenta bitin av hundi

Ein smágenta í Havn varð álopin av einum hundi í gjár

Ein níggju ára gomul smágenta í Havn fekk sær ein rættiligan skelk, tá ið hon varð álopin av einum hundi í gjár.

 

Sjálv var hon farin ein túr við einum hundi hjá einum í familjuni, men brádliga kom ein leysgangandi hundur framvið og leyp á tey.

 

Hann beit gentuna í hondina, so at hon fekk fitt av skaða í tummilin.

 

Løgreglan sigur, at hon misti ein part av neglini, umframt onnur sár og mátti á skaðastovuna til viðgerar.

 

Løgreglan hevur ikki funnið hundin sum beit enn og tey hava heldur ikki fingið greiði á, hvør átti hundin.

 

Men tey vita, hvussu hundurin eitur, so tað er bara ein spurningur um tíð, áðrenn hundurin og eigarin, verða funnir, sigur løgreglan.

 

Tann, sum eigur hundin fær í øllum førum eina bót, men tað er ein spurningur, um hundurin verður avlívaður.

 

Setir eigarin seg ímóti, at hundurin verður avlívaður, er tað ikki lætt at hava við at gera.

 

Í hundalógini stendur, at hundur, sum loypur á, skaðar húsdjór, serliga seyð og lomb, heima og úti í haga, kann verða skotin.

 

Men tað stendur einki um hundar, sum bíta fólk.

 

Tað einasta sum stendur um tað, er, at hundur, sum meiri enn einaferð hevur elvt til slíkar skaðar, at eigarin hevur fingið bót, kann verða avlívaður, um so er, at hann ikki verður havdur inni, ella fær kjaftband.

 

Tílíka treyt kann hundaeigari koma undir, tá ið hundurin lætst vera bítskur ella hevur sum vana at gera fólki ella húsdjórum ónáðir.

 

Løgreglan sigur, at tað hendir av og á, at hundar leypa á fólk, men hesa ferð stóðst tíverri skaði av.

 

Tað er ikki loyvt at hava hund gangandi leysan.