Tað órógvar fiskimenn, at lítil og eingin smáupsi er uppi í veiðini hjá partrolarunum. Líkt er soleiðis til, at heilir árgangir eru burtur. Hóast upsaveiðan hevur verið betri seinastu tíðina, enn hon var fyrra partin av heystinum, er tó eitt, sum av álvara er farið at órógva teir, ið fiska upsa.
Fyri nøkrum árum síðan var upsin rættiliga smáur, og menn spurdu seg sjálvur, hvar gýtingarfiskurin mundi vera.
Nú er vent í holuni.
Fiskimenn spyrja nú, hvar hin smái upsin er, tí tað nógva av tí, ið veitt og landað verður, eru 1-arar, 2-arar og 3-arar, sum er stórur og góður fiskur.
Fiskimenn siga, at eini 70 prosent av veiðini hjá partrolarunum er 3-arar, meðan lítið og einki er til av 5-arum og 6-arum.
Tað, sum órógvar fiskimenn, er, at heilir árgangir av smáum upsa soleiðis vísa seg at vera burtur úr veiðini.
Hvør orsøkin er til hesa gongd, veit eingin við vissu, men tað eru teir fiskimenn, sum halda, at onkrir skiparar ikki eru nóg skjótir at boða frá, tá ov nógvur smáur upsi er uppi í veiðini.
Vit hoyra av og á, at Fiskiveiðieftirlitið lýsir veiðibann, tí ungfiskur er á ávísum leiðum, og nøkur skip eru eisini tikin, tí tey ikki hava boðað frá, tá ov nógvur ungfiskur hevur verið uppi í veiðini.
Á landingarmiðstøðum verður váttað, at rættiliga lítið av upsa 4, 5 og 6 hevur verið uppi í veiðini hjá partrolarunum í heyst.