Smáu trolbátarnir hava rokast

Smáu trolbátarnir, sum í seinastuni hava havt góðan fiskiskap, fiska í løtuni norðan fyri - og ein fiskar havtasku vestanfyri.

Flestu partrolarapør eru til fiskiskap og koma inn at landa, sum næsta vika gongur. Tveir djúpvatnstrolarar fiska upsa og koma helst inn at landa fyrst í næstu viku. Djúpvatnstrolarar, sum frysta, fiska í løtuni tosk og blálongu.

 

Teir smáu trolbátarnir, sum í seinastuni hava havt góðan fiskiskap, fiska norðanfyri. Í løtuni eru teir fýra í tali, og teir fiska tosk, hýsu og nakað av flatfiski. Væntandi er, at teir koma inn at landa fyrst í næstu viku.

 

- Fiskiskapurin hjá trolbátunum er brúkiligur. Ein fiskar havtasku vestanfyri, og hesin kemur væntandi inn at landa miðskeiðis í næstu viku.

 

Á Fiskamarknaði Føroya siga tey, at trý garnaskip eru til fiskiskap. Væntandi kemur eitt av skipunum inn at landa fyrst í næstu viku - og hini bæði koma væntandi seinni í vikuni.

 

Lagt verður aftrat, at fiskiskapurin eftir svartkalva er smáligur í løtuni.