Nýggj sjúkrahúslóg
? Tey smáu sjúkrahúsini skulu varðveita sína leiðslu. Og tað verður eisini staðfest, at tey skulu hava minst ein medisinskan og ein kirurgiskan yvirlækna.
Tá ið nýggja sjúkrahúslógin var til viðgerðar í løgtinginum, vóru tað fleiri tingfólk, sum vóru vís í, at lógin fór føra við sær, at tey smáu sjúkrahúsini verða avmonterað.
Eitt nú varð fýlst á, at ætlanin er er avtaka bæði leiðslur og yvirlæknar á teimum smáu sjúkrahúsunum.
? Hetta er ikki rætt, staðfestir Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í heilsumálum.
Hann sigur, at bæði í lógini, sum nú er, og í uppskotinum til nýggja lóg, er staðfest, at í føroyska sjúkrahúsverkinum eru trý sjúkrahús.
Og tað stendur eisini at tey trý sjúkrahúsini skulu vera Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús.
? Í lógini sum er, stendur ikki eitt orð um, at hvørt sjúkrahús skal hava sína egnu leiðslu og tað stendur so heldur ikki í uppskotinum, sum nú er til viðgerðar. Men tað er heilt givið, at hvørt sjúkrahús má hava sína leiðslu og tað verður ikki pilkað við tað.
Skulu hava minst tveir læknar
Hinvegin stendur í lógini sum er, at tey smáu sjúkrahúsini skulu mannast við minst einum kirurgiskum og einum medisinskum yvirlækna.
Tað er eisini rætt, at ongin áseting er um hetta í uppskotinum, sum Hans Pauli Strøm legði fyri løgtingið.
Nú nýggj lóg skal gerast, hava bæði Suðuroyar Sjúkrahús og Klaksvíkar Sjúkrahús boðað frá, at í hesum tíðum, har miðsavning er loysunarorðið, er tað umráðandi, at tað verður sett í aftur lógina, at tey smáu sjúkrahúsini skulu hava minst ein kirurgiskan og ein medisinskan yvirlækna.
Og hetta verður nú gingið á møti.
Í vikuni hevur landsstýrismaðurin verið á fundi í trivnaðarnevndini hjá Løgtinginum um nýggju sjúkrahúslógina.
Har var eisini spurningurin um yvirlæknarnar á teimum báðum smáu sjúkrahúsinum, umrøddur.
? Eg boðaði trivnaðarnevndini frá, at hetta er ikki ein avgerðandi spurningur fyri meg, so elvir tað til ótryggleika, at hendan ásetingin er tikin út lógini, er trivnaðarnevndin vælkomin at seta hana í aftur.
? Ùrslitið var, at vit avtalaðu, at trivnaðarnevndin skal seta í aftur lógina, at tey smáu sjúkrahúsini eru mannað við minst einum medisinskum og einum kirurgiskum yvirlækna.
Ella verður ein onnur orðing funnin sum ber á sama borðið og sum ásetir eitt minstamark fyri, hvussu læknaliga manningin á smáu sjúkrahúsinum skal vera.
Vildu ikki binda leiðslurnar
Hann sigur, at orsøkin til at tað varð tikið burturúr uppskotinum, er at tey smáu sjúkrahúsini hava havt trupulleikar við at halda akkurát tann partin í lógini. Hann vísir á, at í Suðuroyar Sjúkrahúsi eru tríggir kirurgiskir yvirlæknar og ongin medisinari.
? Tí haldi eg, at tað er skeivt, at tað stendur í lógini, at tað skal vera ein medisinskur yvirlækni á teimum smáu sjúkrahúsunum, tí eg haldi, at tað er leggja ov stórar bindingar á leiðsluna.
-Hans Pauli Strøm heldur, at tað kann hugsast, at annað av teimum smáu sjúkrahúsunum fer at spesialiserað seg í medisinskari viðgerð og sostatt heldur vildi havt fleiri medisinskar yvirlæknar, ella øvugt, at tey heldur vildi leggja dent á kirurgi og tí helt hann, at leiðslurnar áttu at hava frælsi at skipa seg.