Tey smáu sjúkrahúsini skulu varðveita sínar stjórar. Tað váttar Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum. Stjórarnir á teimum báðum smáu sjúkrahúsunum hava boðað frá, at teir fara úr starvi í næstum fyri aldri og summi hava stúr fyri, at politiski myndugleikin fór at brúka hetta høvið til at avtaka leiðslurnar á smærru sjúkrahúsunum og at leggja øll trý sjúkrahúsini endaliga saman undir einari leiðslu á Landssjúkrahúsinum
Og tí vildi Oluva Klettskarð, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hava at vita frá landsstýriskvinnuni um ætlanin er at seta nýggjar stjórar.
Og Sirið Stenberg vissar um, at smáu sjúkrahúsini fara at varðveita sínar leiðslur. Hon sigur, at málið er tikið upp við núverandi stjórarnar fyri at vita, hvussu tað er best at fara fram. Hon leggur afturat, at málið er í góðum hondum, tí vit hava brúk fyri øllum trimum sjúkrahúsunum.
Í næstum verður sostatt søkt eftir nýggjum stjórum til Suðuroyar Sjúkrahús og til Klaksvíkar Sjúkrahús. Samstundis eru ætlanur um at menn øll trý sjúkrahúsini, samstundis sum tað longu nú sæst, at virksemið á øllum trimum sjúkrahúsunum, er vaksið
Bæði Jákup Mikkelsen, og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir úr Fólkaflokkinun, hildu, at tað var ófrættakent at tað ikki er søkt eftir nýggjum stjórum enn. Hinvegin helt Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi, at tað er eingin orsøk at sáa iva um viðurskiftini, tí landsstýriskvinnan hevur váttað, at stjórar verða settir, so hon skilir ikki, hví andstøðan skal tosa um ein trupulleika, sum ikki er til staðar.
Óluva Klettskarð heldur, at tað er eingin orsøk at illgita um hesi viðurskifti tvørtur ímói fegnast hon um, at núverandi stjórar verða tiknir við upp á ráð, áðrenn nýggj leiðsla verður sett.










