Smáu sjúkrahúsini kroyst

Sjálvt um lokala sjúkrahúsleiðslan ikki longur er so tengd at sterkum politikarum og læknum, er tørvur á víðfevndum ábøtum. Hetta heldur umjónarmaðurin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, sum hevur verið við at skriva tilmæli til landstýrismannin í Heilsumálum um millum annað størri avrikstýring og betri starvsfólkamenning.

Nýggja sjúkrahúsálitið leggur upp til, at alt tað føroyska sjúkrahúsverkið verður samlað undir einari leiðslu. Álitið, sum leiðarnir á teim trimum sjúkrahúsunum hava orðað, leggur dent á, at sjúklingurin skal vera í fokus, samstundis sum starvsfólkamenning og starvsfólkatrivnaður verða sett í hásæti.

Sosialurin hevur tosað við núverandi og fyrrverandi stovnsleiðarar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi um at reka sjúkrahús fyrr og nú og um tørvin á hugburðs- og bygnaðarbroytingum.

Heri Ellingsgaard, sum hevur verið umsjónarmaður á Klaksvíkar Sjúkrahúsi síðani 1984, heldur tað vera týdningarmikið, at tilmælini í álitinum verða gjøgnumførd.

- Vit mangla ein yvirornaðan myndugleika og størri avrikstýring. Í dag reka vit sum tongul í brimi. Vit fáa ein posa av pengum, og einasta krav er, at tølini skulu stemma, tá árið er úti. Um eg velji at brúka pengarnar til eina útferð fyri øll starvsfólkini heldur enn fleiri skurðviðgerðir er í roynd og veru bara upp til okkum sjálvi.

- Hetta er ikki bara ein spurningur um meira stýring, men eisini ein møguleiki at fáa størri viðurkenning. Í dag fáa vit ongantíð rós fyri at fáa so nógv fyri pengarnar, sum vit í roynd og veru gera, sigur umsjónarmaðurin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

- Ein felags leiðsla styrkir eisini lokalu leiðslurnar, tí tær kunnu vísa til krøv omanifrá.

Og hóast trýstið á leiðslurnar í dag ikki kann samanberast við fyrr, tá lokalu sjúkrahússtýrini ráddu, so heldur Heri Ellingsgaard tað framvegis vera tørv á ábøtum.

Mamy Rasmussen, sum var umsjónarkvinna – ella inspektør sum tað tá æt – á Klaksvíkar Sjúkrahúsi frá 1955 til 1984, greiðir frá um tað vald, sum politikarnir høvdu ígjøgnum lokalu sjúkrahússtýrini.

- Politikarnir brúktu sjúkrahúsið til at profilera seg sjálvar og prógva egið vald. Samstundis brúktu læknar politikarnar sum jarnbrot at fáa síni ynski ígjøgnum. Vanliga starvsfólki, sjúklingarnir og leiðslan lóu øll í klemmu í millum hesi bæði vøld.

Heri Ellingsgaard er samdur við Mamy.

- Tá eg byrjaði, lenaði eg meg nógv upp at teim lokalu, meðan Mamy meira kendi, at hon arbeiddi fyri landsmyndugleikan. Men úrslitið var tað sama. Vit hava verið sum lús millum tvær negl.

- Sjálvandi hava sjúkrahússtýrini eisini góð úrslit at vísa á, sigur Mamy Rasmussen, men eg eri so kedd um øll ofrini. Starvsfólk fóru í hundarnar, tí tey vóru so hart kroyst. Eg leggi ikki so nógv í meg sjálvan, tí eg havi tað gott. Men eg hugsi ofta um mong av teimum, sum eg arbeiddi saman við, sigur Mamy Rasmussen hugsunarsom og fortelur so flennandi:

- Tá eg hevði móttøku í samband við, at eg fór frá sum umjónarkvinna, fekk eg blómutyssi frá einum politikara. Eg segði við hann, at hann heldur skuldi havt stuðlað mær, tá eg var harðast kroyst.

Nýggja sjúkrahúsálitið er eitt úrslit av samstarvi millum lokalu leiðslurnar, og Heri Ellingsgaard heldur, at í dag ber betri til at snakka um tingini.

- Tað má bera til at føra landspolitik og fáa neyðugu broytingarnar gjøgnumførdar, uttan at øll skulu fara upp at rópa, sigur hann. Klaksvíkar Sjúkrahús er í serligari støðu, men eg haldi vit kunnu tryggja okkara støðu við dialogi og samstarvi.

- Nýggja sjúkrahúsáliti er eitt dømi um hetta. Vit vera í framtíðini bæði nærsjúkrahús fyri Norðoyggjar og stóran part av Eysturoynni. Og so skulu vit eisini standa fyri allari dagkirurgi.


Frá valdsmiklum læknum til vitandi sjúklingar

Nógv er broytt hesi síðstu hálvtrýss árini, ikki minst í hugburðinum hjá fólki.

- Læknarnir høvdu nógv meir vald fyrr, sigur Mamy Rasmussen. - Vanliga starvsfólki hevði ikki annað at gera enn at makka rætt. Og fólk høvdu stóra virðing fyri læknanum, hann var næstan gud.

- Í dag er nógv øðrvísi. Men eg haldi tað hevur týdning at halda fast við, at bæði starvsfólk og sjúklingar mugu verða vird, sigur fyrrverandi umsjónarkvinnan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Heri Ellingsgaard sigur, at nýggju tíðirnar stilla onnur krøv til heilsuverki. Fólk eru ikki so autoritetstrúgv longur, og tey finna seg ikki í øllum.

- Størsta avbjóðingin í dag er vitandi sjúklingurin. Fólk eru lærd og duga sjálv at seta seg inn í tingini. Tá ein sjúklingur fær eina diagnosu, fer hann heim og leitar á internetinum. Hann finnur mail klubbar og onnur, sum feila tað sama sum hann. Tá hann so ein mánað seinni kemur aftur til viðgerð, veit hann meira um sína egnu støðu enn bestu serlæknar.

- Økta vitanin gevur sjúklinginum størri vald. Hetta má heilsuverki innrætta seg eftir og vera meir málrættað og betri samansjóðað, sigur Heri Ellingsgaard at enda.