Svimjihøllin í Gundadali er eitt frítíðarstað í høvuðsstaðnum, sum mong njóta gott av og fáa stóra gleði av. Nógv hevur tó verið tosað um, at smáu hyljarnir í Svimjihøllini í Gundadali eru ov kaldir til tey lítlu børnini. Trupulleikin er ikki nýggjur. Á vangamyndini hjá svimjihylinum sæst, at beint undan ársskiftinum byrjaðu fyrstu atfinningarnar og regluliga hava røddir verið frammi, um at vatnið er ov kalt í Gundadali.
Les: Smábørnini frysta í svimjihøllini
Nú boðar Svimjihøllin í Gundadali frá, umvælingin, ið hevur verið í høllini er liðug. Javnur hiti er nú í brúsunum, og barnahyljarnir hava heitari vatn. Hyljarnir, sum fyrr vóru 29 hitastig, eru nú 30 hitastig.