Virðið á partabrøvunum í norskum alifeløgum er hækkað sera nógv í ár, eftir at tveir ríkmenn hava keypt partabrøv fyri meiri ennn tvær milliardir norskar krónur. Eitt nú eiga Jens Ulltveit-Moe og John Fredriksen ávikavíst 14 og 25 prosent av stóra alifelagnum Fjord Seafood.
Men á einari ráðstevnu í síðstu viku segði Jens Ulltveit-Moe, at tað er ikki bara gott at hava stór alifeløg, tí tølini vísa, at tey smáu feløgini forvinna lutfalsliga meiri pengar enn tey stóru. Sambært tølunum minkar vinningurin, tess størri feløgini eru, segði hann.
Og tað er so, skrivar Bergens Tidende. Ein kanning vísir, at stór norsk alifeløg sum Pan Fish og Fjord Seafood hava fingið lutfalsliga nógv minni burturúr enn tey meðalstóru feløgini og nógv minni enn tey smáu feløgini.
Sambært Jens Ulltveit-Moe fáa alifeløgini ikki meiri burturúr við at keypa onnur alifeløg upp. Tað rætta er harafturímóti at keypa fóður- og góðskingarvirkir og at samskipa raksturin, so framleiðslan frá smolti til lidna vøru verður so bílig sum gjørligt, sigur hann.